Boris Johnson biður kongshúsið um fyrigeving

Boris Johnson biður kongshúsið um fyrigeving
Skipað var fyri veitslu í Downing Street nummar 10 kvøldið fyri, Philip prinsur fór til gravar
Boris Johnson er undir stórum trýsti í løtuni.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.01.2022 - 14:12

Eitt talsfólk fyri Boris Johnson, forsætisráðharra í Bretlandi, hevur nú biðið bretska kongshúsið um fyrigeving, eftir at tað í gjárkvøldið kom fram, at tvær veitslur vóru hildnar í Downing Street nr 10 tann16. apríl í fjør, kvøldið fyri jarðarferðina hjá Philip prinsi, manni Elisabeth drotning.

Veitslurnar hildu, sambært bretskum miðlum, á til langt út á náttina, og talsmaðurin segði, at hetta var sera harmiligt, tí tað hendi, meðan landið var í sorg.

Haraftrat søgdu koronulógirnar í Bretlandi um tað mundið, at tað ikki var loyvt nógvum fólki at hittast innandura.

Boris Johnson er komin undir sera nógv trýst í seinastuni eftir at avdúkingar um aðrar veitslur eru komnar fram, har Boris Johnson sjálvur skal hava verið við, eisini ímóti táverandi koronulógunum.

Boris Johnson skal tó ikki hava verið við til veitslurnar í apríl, sum vóru fyri tveimum starvsfólkum, sum fóru víðari í annað starv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373