Amerikanski miðbankin ávarar um rentuhækking í mars

Amerikanski miðbankin ávarar um rentuhækking í mars
Fráboðanin frá miðbankanum kemur eftir fleiri fráboðanir um sveiggj á partabrævamarknaðunum
Rentan hækkar kanska longu í mars, sigur amerikanski miðbankin.
 
27.01.2022 - 10:09

Amerikanski miðbankin, Federal Reserve, boðar frá, at hann heldur stýrisrentuni á null, men ávarar samstundis um, at hon skjótt fer at hækka.

- Við góðum tveimum prosentum í inflatión og sterkum arbeiðsmarknaði, vænta vit, at tað skjótt verður gagnligt at hækka stýrisrentuna, sigur amerikanski miðbankin í fráboðanini.

Rentuhækkingin kann koma longu í mars mánaði.

 

Nógv sveiggj

Fráboðanin frá miðbankanum kemur eftir fleiri fráboðanir um sveiggj á partabrævamarknaðunum. 

Íleggjarar hava stúrt fyri sveiggjum og óvissuni um, hvussu leingi politikkurin við lágari rentu heldur fram.

Stóra S&P-vísitalið, sum fevnir um 500 stórar amerikanskar fyritøkur, og gevur góða ábending um støðuna á amerikanska marknaðinum, lækkaði nærum 10 prosent í hesum mánðinum, áðrenn tað mentist nakað aftur í gjár, skrivar NTB.

 

Ávirkar ikki okkum

Sambært Maluni Johansen, landsbankastjóra, er tað ikki sannlíkt, at rentan í Føroyum fer at hækka á sama hátt sum tann amerikanska í næstum.

Rentan í Føroyum fylgir rentuni hjá EBC, sum er Evropeiski miðbankin.  

 

Malan Johansen er landsbankastjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425