Treytaða fongsulsrevsing fyri kynsligt samband við smágentu

Treytaða fongsulsrevsing fyri kynsligt samband við smágentu
Ein 37 ára gamal maður varð fríggjadagin dømdur tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsning, fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við gentu undir 12 ár
Føroya rættur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2022 - 18:00

Føroya Rættur dømdi fríggjadagin ein 37 ára gamlan mann fyri, at hann, í árunum frá 2001 til 2005, í tveimum førum hevur havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina gentu, sum var undir 12 ár. 

Maðurin varð dømdur tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing. 

Treytirnar fyri dómin eru, at maðurin skal útinna 80 tímar av óløntum samfelagsarbeiði, og so skal hann gjalda gentuni 22.000 krónur í endurgjaldi, umframt sakarmálskostnaðin. 

 

Ákærdur tríggjar ferðir

Hetta er triðju ferð, at maðurin er ákærdur fyri kynsligan ágang móti gentum undir 15 ár. 

Í 2015 varð hann dømdur eitt ára fongsul, fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina gentu, sum var undir 15 ár, tá hetta hendi.

Í 2017 varð hann aftur ákærdur, men tá staðfesti dómarin, at okkurt var farið fram, men í hesum føri vóru prógvini ikki nóg tyngjandi til at døma mannin. 

 

Noktar seg sekan

Fríggjadagin varð maðurin so dømdur tríggjar mánaðar treytaðan fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Avgerðin hjá Føroya rætti, at geva manninum eina treytaða fongsulsrevsing, er grundað á góðu persónligu viðurskiftini hjá manninum, og at tað er so langt síðani, at hendingarnar fór fram,

Harumframt vísir Føroyar rættur á, at maðurin, síðani hendingarnar, hevur verið í viðgerð hjá Sexologisk klinik. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297