Landslæknin: Bjóða ikki fleiri samfelagsbólkum fjórða prikið

Landslæknin: Bjóða ikki fleiri samfelagsbólkum fjórða prikið
Í Føroyum hava føroysku myndugleikarnir enn bert bjóðað fólkum í vandabólki fjórða prikið. Føroysku myndugleikarnir ikki at bjóða fleiri samfelagsbólkum fjórða prikið.
 
13.02.2022 - 11:02

Donsku heilsumyndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at tey meta tað ikki neyðugt at bjóða 4. prikið fyri COVID-19, fyri fleiri samfelagsbólkar, eins og persónar undir 18 ár, heldur ikki fáa 3. prikið í boði. 

Hóast høg smittutøl, so eru tekin um, at farsóttin nærkast einum enda. 

Við omikron frábrigdinum og várinum fyri framman, siga royndir, at smittutølini fara at minka. Tí er grundarlag ikki fyri, at veita 4. prikið til fleiri bólkar, verður sagt.  

Í Føroyum hava føroysku myndugleikarnir enn bert bjóðað fólkum í vandabólki fjórða prikið. Sambært landslæknanum, so fara føroysku myndugleikarnir ikki at bjóða fleiri samfelagsbólkum fjórða prikið. 

Heilsumyndugleikarnir í Danmark hava eisini eftirmett, í hvussu stóran mun koppsetingin av børnum millum 5 og 11 ár hevur verið við til at stuðla undir flokksimmunitet og sjúkufyribyrging, nú omikron frábrigdið er í yvirluta. 

Eftirmetingin vísir, at koppsetingin av børnum millum 5 og 11 ár hevur verið minni enn helvtina av tí, sum annars væntað. 

Eftirmetingin vísir samstundis, at álvarsama sjúkueyðkenni MIS-C tó hevur verið týðiligari at sæð ímillum ókoppsett børn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558