Foreldur fáa endurgjald fyri skert virksemi á dagstovni

Foreldur fáa endurgjald fyri skert virksemi á dagstovni
Málið hevur verið viðgjørt í Tórshavnar kommunu í dag, og semja er um eina afturgjaldsskipan
Nú er greitt, at foreldur í Havn fáa endurgjald, tí dagstovnar hava havt avmarkað virksemi.
 
08.03.2022 - 15:33

Foreldur í Havn, sum hava havt børn í dagstovni, har virksemi hevur verið skert í síðani 1. mars, fáa nú endurgjald, sigur Tórshavnar kommuna.

Nakrir dagstovnar í Tórshavnar kommunu vanta starvsfólk og hava tí skert virksemi. Hóast korona er farið, er starvsfólkatrot orsøk til, at foreldur ikki hava fult tilboð frá avvarðandi dagstovni.

Starvsfólkatrotið ein avbjóðing

Starvsfólkatrot er alsamt størri avbjóðing fyri dagstovnaøkið. Í nøkrum førum verður dagurin hjá børnunum styttur, ella tey eru heima ávísar dagar.

Málið hevur verið viðgjørt í dag, og semja er um eina afturgjaldsskipan.

- Tá ið kommunan sostatt ikki veitir fulla tænastu, er avgjørt, at frá 1. mars verður foreldragjaldið afturgoldið í lutfalli við longdina av skerda virkseminum, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini við heimasíðuna hjá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327