Ukraina: 400.000 fólk eru fangar í Mariupol

bannari
Ukraina: 400.000 fólk eru fangar í Mariupol
Ukrainski uttanríkisráðharrin sigur, at 3.000 nýføðingar hava tørv á mati og heilivági
Flóttafólk í Mariupol í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.03.2022 - 14:52

Russar hava fleiri enn 400.000 fólk fangar í Mariupol. Teir forða fyri humaniterari hjálp, og at fólk verða flutt burtur úr økinum. 

Tað sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, á Twitter fyri løtu síðani, 

- Skotálopini halda fram. Næstan 3.000 nýføðingar hava tørv á mati og heilivági. Eg heiti á heimin um at gera vart við seg, skrivar uttanríkisráðharrin á Twitter. 

Hesi boðini koma, eftir at tað fyrr í dag varð váttað av ukrainskum myndugleikum, at Russland hevði góðtikið vápnahvíld í fleiri býum, so at fólk kundi sleppa úr býum, og hjálp kundi sleppa inn. 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Óhugnalig støða við markið

John Johannesen er staddur í Póllandi, nærindis ukrainska markinum og býnum Lviv, og hann fylgir flóttafólkastreyminum. 

- Tað eru óteljandi fólk og felagsskapir, sum hjálpa flóttafólkunum, men tað er eisini ein óhugnalig støða við markið, sigur tíðindamaðurin hjá Kringvarpinum.

Illgruni er eisini um handil við menniskjum við ukrainska markið:

 

1513945

 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776