Russland hóttir við at handtaka stjórar í útlendskum fyritøkum

bannari
Russland hóttir við at handtaka stjórar í útlendskum fyritøkum
Putin, forseti, sigur, at hann tekur undir við at tjóðartaka ognir hjá útlendskum feløgum, sum rýma úr Russlandi eftir innrásina í Ukraina
McDonald's er ein av útlendsku fyritøkunum í Russlandi, sum fara úr Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina.
 
14.03.2022 - 14:25

Russland hóttir við at handtaka stjórar í útlendskum feløgum, sum finnast at stjórnini, og at leggja hald á ognir hjá fyritøkunum og feløgum, sum fara úr Russlandi, eitt nú McDonald's, IBM og Coca Cola.

Tað skrivar Wall Street Journal.

Keldur hjá blaðnum siga, at seinastu vikuna hava feløg fingið vitjan, bræv, ella eru uppringd av fólki, har tey verða hótt við sakarmáli. 

Ávaringarnar hava m.a. gjørt, at í minsta lagi ein fyritøka hevur avmarkað samskiftið millum russisku greinina og restina av felagnum.

Fylgja við í samskiftinum 

Orsøkin skal m.a. vera stúran fyri, at russiskir myndugleikar fylgja við í samskiftinum millum starvsfólk í fyritøkuni. Onnur feløg arbeiða nú við at flyta stjórar úr Russlandi, skrivar blaðið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann fer at taka undir við eini lóg, sum tjóðartekur ognir hjá útlendskum feløgum, sum fara úr Russlandi orsakað av russisku innrásini í Ukraina.

Fleiri fyritøkur eru longu farnar úr Russlandi med alla ella fyribils orsakað av krígnum.

Sambært Wall Street Journal siga fleiri av fyritøkunum, at tær broyta ikki ætlanirnar um at fara úr landinum hóast ávaring frá Russlandi, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808