Zelenskyj vil hava ES at herða handilstiltøkini móti Russlandi

Zelenskyj vil hava ES at herða handilstiltøkini móti Russlandi
Ukrainski forsetin heitir á Danmark um at gevast við at keypa olju og gass úr Russlandi
Ukrainski forsetin helt røðu fyri fólkatingslimum í dag.
Mynd: AP  
 
29.03.2022 - 14:06

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelensky, helt í dag røðu talgilt fyri danska fólkatinginum. 

Forsetin nýtti høvið at heita á Danmark, um at ganga á odda í royndi at fáa ES til at seta fleiri handilstiltøk í verk móti Russlandi. 

Hann greiddi eisini frá ræðuleikunum og oyðileggingunum seinasta mánaðin. 

Sí brot úr røðu hjá Zelenskyj her

Ukrainski forsetin setti spurnartekin við, hvussu ræðuleikarnir í Mariupol, sum hevur verið kringsettur í fleiri vikur, kunnnu henda, meðan allur heimurin hyggur at og einki ger. 

Volodomyr Zelensky heitti eisini á Danmark um at gevast við at keypa olju og gass úr Russlandi, og at enda heitti hann á danska fólkið um at tendra eitt ljós í kvøld fyri Ukraina, fyri tey mongu, sum hava latið lív síðani russiska innrásin byrjaði. 
 

Sí myndir frá AP-tíðindastovuni úr fólkatinginum, tá ukrainski forsetin helt røðu.

 

ZELENSKYJ_RODA_FOLKATING_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810