Russland og Kina ætla at gera nýggja heimsskipan

Russland og Kina ætla at gera nýggja heimsskipan
Russiski uttanríkisráðharrin er á vitjan í Kina
Sergej Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin, er komin til Kina á vitjan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.03.2022 - 14:38

- Moskva og Beijing skulu ganga á odda í arbeiðnum at skipa eina nýggja heimsskipan. 

Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, tá hann í dag kom á vitjan í Kina.

Vitjanin er tann fyrsta hjá Lavrov, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar. 

Lavrov skal hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Wang Yi, og onnur embætisfólk. Til viðgerðar er gongdin í Afganistan, har Kina hevur boðið sær til at hjálpa.

 

Viðgera eisini Ukraina

Við á fundinum verða umboð fyri Taliban, USA og Pakistan, og onnur lond í økinum verða eisini við. Helst verður kríggið í Ukraina eisini umrøtt á fundinum. 

Kina hevur ikki sagt alment, um landið stuðlar ella fordømir innrásina í Ukraina, men kinesiska sendifólkið í Ukraina sigur, at Kina hevur ongar ætlanir um at gera innrás í Ukraina.

Kinesarar hava tó leingi verið sameindir hjá Russlandi.  

Fleiri lond hava ávarað Kina ímóti at veita Russlandi hernaðarliga hjálp í krígnum í Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375