Eykajáttan til H-bygning og hækkandi oljuútreiðslur

Eykajáttan til H-bygning og hækkandi oljuútreiðslur
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
 
31.03.2022 - 14:56

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um eykajáttanarlóg, sum hevur góðar 61 milliónir krónur í halli.

Men eftir serinntøkur frá Búnaðarstovuni upp á hálvatriðju millión krónur, verður hallið umleið 59 milliónir kr.

Størsta umbønin er frá Heilsumálaráðnum um at gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan, ella tilsamans 51,4 milliónir kr.

Verklagslóg er í tinginum at innrætta kjallaran í H-bygninginum til parkering, goymslu og annað fyri 46,2 mió. kr.

Arbeiðið upp á H-bygningin verður væntandi liðugt í hesum árinum, og tí verður biðið um at leggja tær 10 milliónir krónurnar, sum játtanin í løgtinginum varð lækkað, aftrat nú.

Biðið verður eisini um átta milliónir kr. til koronuútreiðslur og 16,4 milliónir kr. til hækkandi oljuprísir, m.a. hjá Strandferðsluni. 

Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585