Neyðugt við átøkum fyri at minka hallið næsta ár

Neyðugt við átøkum fyri at minka hallið næsta ár
Framskrivaða úrslitið í 2023 er 122,5 mió. kr. í halli, men tað skal ikki verða størri enn 92,5 milliónir, sigur landsstýrið
Tingið fer at viðgera uppskotið um játtanarkarmar týsdagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2022 - 16:10

Framskrivaða úrslitið av fíggjarlógini í 2023 vísir 122,5 milliónir kr. í halli, og tí verður neyðugt við átøkum á bæði útreiðslu- og inntøkusíðuni hjá landskassanum fyri tilsamans umleið 30 milliónir kr. fyri at røkka ætlaða úrslitinum, sum er 92,5 milliónir í halli næsta ár.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt fram uppskot um játtanarkarmar næstu árini fyri løgtingið.

Sambært uppskotinum kunnu útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár vera tilsamans seks milliardir og 605,5 milliónir kr.

Rakstrarkarmurin verður góðar seks milliardir, og íløgkarmurin er settur til 550 milliónir kr. 

 

Javnvág í 2025

Inntøkukarmurin í 2023 verður seks milliardir og 484 milliónir kr.

Í játtanarkarminum næstu fýra árini verður dentur lagdur á at minka landskassahallið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Landskassin hevði hall í 2020, avlop í fjør, men í ár verður væntandi aftur hall.

Landsstýrið ætlar at betra úrslitið stigvíst næstu árini við 30 milliónum kr. um árið, soleiðis at hallið minkar næsta ár, og at javnvág verður í 2025, sigur Uni Rasmussen í viðmerkingunum til uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858