Hvalvág í Vestmanna mist góðkenning

Hvalvág í Vestmanna mist góðkenning
Loyvt er ikki longur at brúka aðra hvalvágna í Vestmanna
Mynd: savnsmynd  
 
15.07.2013 - 08:45
Og frá 1.mai í 2015 sleppur eingin at drepa grindahval uttan fyrst at hava verið á skeiði og lært tað.
 
Sýslumenn skulu skipa fyri skeiði um grindareiðskap, drápshátt, deyðseyðkenni hjá hvalinum og um galdandi lóggávu um grindadráp. Sýslumaðurin letur teimum, sum hava verið á skeiðinum, prógv. Grindamenn kunnu verða kravdir at vísa prógvið, áðrenn teir sleppa at drepa hval.
 
Tað er ein av nógvum broytingum í nýggju grindareglugerðini, sum nú er lýst og komin í gildi.
 
Mønustingarin er nú góðkendur sum grindareiðskapur. Og frá 1.mai 2015 er bara loyvt at gera mønustingin við mønustingara.
 
Hvalvág mist góðkenning
Onnur hvalvágin í Vestmanna er strikað. Sandavágur og Tjørnuvík, sum vóru fyribils góðkendar hvalvágir, eru vorðnar góðkendar hvalvágir í nýggju grindakunngerðini.
 
Men fyribils góðkenda hvalvágin í Vestmanna, sum er Inni á Fjørð, út fyri Heljareyga, verður ikki mett hóskandi sum hvalvág. Hon er tí ikki longur góðkend. Men vestmenningar varðveita hvalvágna á Fitjasandi.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717