Flóttafólk úr Ukraina kunnu vera í Føroyum til 2024

Flóttafólk úr Ukraina kunnu vera í Føroyum til 2024
Roknað verður við 200 flóttafólkum, og uppihaldsloyvið er galdandi fyribils til 17. mars 2024
Flóttafólkini úr Ukraina fáa nú fyribils uppihaldsloyvi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.04.2022 - 08:30

Flóttafólkini, sum koma úr Ukraina til Føroya, fáa loyvi til at vera her til 17.mars í 2024 í fyrsta umfari.

Sambært uppskotinum um ríkislógartilmæli, sum kom í løgtingið í gjár, ber til hjá fólki, sum eru rikin úr Ukraina í tíðarskeiðinum 24.februar 2022 til 17.mars 2024, at fáa eitt serstakt og fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. 

Uppihaldsloyvið hevur fyribils gildi til 17.mars 2024. 

Sambært uppskotinum er roknað við 200 fólkum úr Ukraina.

Vikið er frá øllum frávikum, so uppskotið verður avgreitt í løgtinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026