Avrikið hevur hægstu raðfestingina

Avrikið hevur hægstu raðfestingina
Seinnapartin skal føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spæla seinasta útidystin í HM-undankappingini. Ungarn tekur ímóti í Budapest
Ásla Johannesen og hinar á fótbóltslandsliðnum spæla sín síðsta útidyst
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
08.04.2022 - 10:49

Seinnapartin tekur Ungarn ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum sum skal spæla sín seinasta útidyst i hesi HM-undankappingini.

Føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, sigur við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, at liðið er tilreiðar til enn ein torføran dyst.

 - Vit hava tað gott í hópinum og allar eru spentar at sleppa í eldin. Vit hava fyrireikað okkum væl og kenna okkum nú klárar til avbjóðingina, sigur hon við fsf.fo.

Tá londini hittust á Tórsvølli í oktober, fingu føroysku kvinnurnar eina góða byrjan, tá Lea Lisberg skoraði til 1-0 eftir horna. Tað eydnaðist kortini ikki, at varðveita leiðsluna, og Ungarn vann 7-1. 

Ásla Johannesen leggur eisini dent á, at avrikið er tað, sum liggur fremst í huganum.

 - Vit brúka alla okkara orku uppá at arbeiða við tí, sum vit royna at byggja upp. Vit hava flutt okkum rætta vegin seinastu tíðina, og vit arbeiða hart fyri at kunna møta okkara mótstøðuliði longri uppi á vøllinum, bæði fyri at gera teirra álopsspæl trupult, men eisini fyri at kunna leypa á hin vegin, sigur føroyski liðskiparin.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985