SSL bundið seg at gjalda advokatútreiðslurnar hjá Hilmari Eliasen

SSL bundið seg at gjalda advokatútreiðslurnar hjá Hilmari Eliasen
Fráfaringaravtalan millum Hilmar Eliasen og SSL staðfestir, at SSL hava bundið seg til at gjalda advokatútreiðslurnar hjá fyrrverandi stjóranum
Fyrrverandi SSL-stjórin, Hilmar Eliasen
Mynd: Savnsmynd  
 
12.04.2022 - 07:41

Umframt løn fyri tað, sum eftir er av árinum, hava Strandfaraskip landsins eisini bundið seg til at gjalda advokatútreiðslurnar, 15.000 kr, umframt meirvirðisgjald, nú Hilmar Eliasen fer frá sum stjóri í Strandfaraskipum landsins.

Strandfaraskip landsins hava í fráfaringaravtaluni harafturat bundið seg til at gjalda fyri sálarfrøðing ella annan ráðgeva, í mesta lagi 6.000 kr.

Setanaravtalan hjá Hilmari Eliasen, sum varð gjørd 4. mai í 2017, er søgd upp og fer úr gildi 1. mai í ár.

Hilmar Eliasen er nú fríttstillaður, men skal vera til taks til 1. juli sum ráðgevi og svara spurningum um mál, sum hann hevur arbeitt við til 21. februar í ár.

 

Fráfaringaravtalan millum Hilmar Eliasen og SSL

 

Mótrokna í fráfaringarlønini

Fær Hilmar Eliasen annað starv hjá landinum, verður fráfaringarlønin mótroknað, tó ikki fyri mai, juni og juli.

Ikki fæst at vita, um Hilmar Eliasen hevur sagt upp ella er uppsagdur.

Hilmar Eliasen hevur tagnarskyldu sambært fráfaringaravtaluni, sum er í trúnaði.

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari, er nú virkandi stjóri hjá Strandfaraskipum landsins.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025