Breddin: Pumpuskipan í Vestmanna og skuldin hjá SEV

Breddin: Pumpuskipan í Vestmanna og skuldin hjá SEV
Í sendingini í dag verður eisini spurt, hvønn politikk afturvaldi forsetin í Fraklandi fer at reka
 
03.05.2022 - 09:11

Ein ætlað útbygging hjá SEV, sum snýr seg um stóra pumpuskipan í Vestmanna, kostar líka nógv sum ein undirsjóvartunnil, ella umleið 1,3 milliardir krónur.

Hetta fer at hækka skuldina hjá almenna orkufelagnum meira enn ein triðing. Hevur SEV ráð til hetta, og kunnu brúkararnir rokna við hægri elprísum, fara vit millum annað at spyrja ein greinara og stjóran hjá SEV.

 

Forsetavalið í Fraklandi

Vit líta eisini aftur á franska forsetavalið, og hvønn týdning tað hevur, at sitandi forseti vann valið, meðan høgravíðgongdi avbjóðarin, Marin Le Penn, tapti.

Tó var hon væl nærri einum sigri, enn hon var á seinasta vali.

Hvønn politikk skulu vit vænta, at afturvaldi forsetin fer at reka? Tann sama, sum undanfarnu fimm árini, ella verður hann noyddur at broyta politikkin, so hann fær størri undirtøku í franska fólkinum, enn hann hevur nú? Tað fara vit at hoyra ein lektara í fronskum geva okkum eitt boð uppá.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375