Noreg: Russisk skip landað fyri 600 mió. kr. síðani innrásina

bannari
Noreg: Russisk skip landað fyri 600 mió. kr. síðani innrásina
Russisk skip hava ikki loyvi at koma í norska havn, men forboðið er ikki galdandi fyri fiskiskip, sum leggja nógv eftir seg í eitt nú Tromsø
25 russisk skip hava landað fyri 600 mió. kr. í norskum havnum, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Mynd: VG.no  
 
03.05.2022 - 11:08

25 russiskir trolarar hava landað fisk fyri 600 milliónir kr. í norskum havnum, síðani innrásin í Ukraina byrjaði. Helvtin er landað í Tromsø, sum hevur tikið ímóti 20.000 tonsum, skrivar VG.

Í farnu viku setti Noreg russiskum skipum forboð fyri at koma í havn í Noregi, men forboðið er ikki galdandi fyri fiskiskip.

- Vit halda okkum til tað, sum myndugleikarnir krevja, sigur stjórin í felagnum hjá norsku fiskivinnuni, Svein Ove Haugland.

Í fjør landaðu 50 russiskir trolarar 100.000 tons av fiski í Noreg fyri 1,3 milliardir kr., og helvtin var landað í Tromsø.

Higartil í ár hava russiskir trolarar landað fisk fyri 800 milliónir kr. í Noregi, skrivar VG.

 

Fáa væl burturúr

Norsk feløg í Tromsø fáa væl burtur úr russisku skipunum, og okkurt av feløgunum upplýsir, at umleið 20 prosent av umsetninginum stava frá russisku fiskiskipunum, sum koma til Tromsø.

Inntøkurnar minkaðu nógv undir koronukreppuni, men nú er støðan tann sama, sum hon var undan koronu, sigur stjórin í Tromsø Mekaniske, Nyhagen.

Hann sigur seg vita, at fleiri feløg, sum teir arbeiða saman við, hava upp í 80 prosent av sínum umsetningi frá russisku skipunum.

Russisku skipini keypa útgerð og nógv annað, tá tey eru í Tromsø, sigur stjórin í Tromsø Mekaniske.

Flestu russisku fiskiskipini nýta Tromsø, Bátsfjørðin ella Kirkenes sum útgerðarhavn, og keypa útgerð og skifta manning í býunum, skrivar VG.

 

Samstarva um toskastovnin

Noreg og Russland umsita toskastovnin í Barentshavinum í felag, og hava fyri neyðini at samstarva.

Toskurin gýtir við Lofoten í Noregi. Haðani fer ynglið í russiskan sjógv, har fiskurin veksur, og vendir so aftur í norskt øki at gýta.

Samstarvið hevur við sær, at russisk skip sleppa at fiska í norskum sjógvi, tá toskurin er vaksin, í staðin fyri at fiska ungfisk ella smáfisk í russiskum sjógvi.

Tað kundi verið úrslitið, um Noreg og Russland ikki halda fram við at verja toskastovnin í Barentshavinum, sum er millum seinastu fiskastovnar av sínum slag í heiminum, skrivar VG.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519