Forsætisráðharrin í Sri Lanka farin frá

Forsætisráðharrin í Sri Lanka farin frá
Nú verður savningarstjórn skipað, sum skal royna at bjarga landinum úr fíggjarligu kreppuni
Mahinda Rajapaksa er farin frá sum forsætisráðharri í Sri Lanka.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.05.2022 - 08:29

Forsætisráðharrin í Sri Lanka, Mahinda Rajapaksa, er farin frá eftir at fleiri mótmæli hava verið í landinum. Kreppa er í landinum, og har manglar matur, olja og nógv annað.

Nú skal ein savningarstjórn skipast, sum skal royna at bjarga landinum úr fíggjarligu kreppuni.

- Fleiri siga, at besta loysnin er at at gera eina fyribilsstjórn, har allir flokkar eru umboðaðir. Tí eri eg farin frá, sigur Mahinda Rajapaksa við Reuters.

Gotabaya Rajapaksa, bróðir Mahinda Rajapaksa, situr framvegis í sessinum sum forseti í landinum. Mótmælisfólkini vilja eisini hava hann frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598