Harður dagur hjá Rannvá

Harður dagur hjá Rannvá
Fríggjadagurin verður harður fyri badmintonspælaran, Rannvá Carlsson. Hon er í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum og í blandaðum tvímansleiki. Harafturat skal hon helst spæla bronsudystin í einmansleiki
Rannvá Carlsson skal spæla tveir finaludystir og ein bronsudyst í badminton seinasta dagin á oyggjaleikunum í Bermuda
 
18.07.2013 - 23:00

Stóri finaludagurin í badminton á Oyggjaleikunum í Bermuda er á skránni í morgin, fríggjadagin. 

Føroyar luttaka í blandaðum tvímansleiki og í tvímansleiki hjá kvinnum. Í blandaða tvímansleikinum skulu Rannvá Carlsson og Niclas Eysturoy spæla, meðan Brynhild Carlsson og Rannvá Carlsson spæla kvinnu tvímansleikin. Harafturat er ein bronsudystur í einmansleiki hjá kvinnum, og har skal Rannvá Carlsson eisini spæla. Sostatt hevur hon tríggjar dystir á skránni í morgin, men tað verður kanska bert til tveir. 

- Vit hava skilt, at mótstøðuspælarin í bronsudystinum møguliga hevur fingið skaða, so tað er ikki vist, at Rannvá skal spæla tann dystin, men jú, hon hevur ein harðan dag fyri framman, sigur Magnus Gaard, hjálparvenjari. 

Finalan í tvímansleikinum hjá kvinnum byrjar klokkan 11 Bermuda tíð í morgin. Tað er klokkan 15 føroyska tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815