Finnland og Svøríki fara upp í NATO

Finnland og Svøríki fara upp í NATO
Svøríki hevur boðað frá, at landið fer at søkja um limaskap í NATO saman við Finnlandi
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og finski forsetin, Sauli Niinistø
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.05.2022 - 17:25

Finnland fer at søkja um limaskap í NATO fyrst í næstu viku.

Tað søgdu finski forsetin, Sauli Niinistø, og finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, á tíðindafundi í dag.

Tey boðaðu frá, at finski ríkisdagurin fer undir at umrøða avgerðina um NATO í morgin, og væntandi verður ein umsókn send NATO mikudagin, segði Sanna Marin:

Finnland_sanna_marin


Hon segði, at Finnland fær trygd við limaskapi í NATO, og fer at geva trygdina víðari til onnur lond.

Limaskapur í NATO fer eisini at økja um møguleikarnar fyri samstarvi í norðurlondum, segði finski forsætisráðharrin.

Fyri bert fáum mánaðum síðani kom tað ikki upp á tal hjá Finnlandi, enn at hava sína uttanveltaðu støðu, men umstøðurnar eru broyttar so nógv og so skjótt, at limaskapur í NATO er tað besta.

Norski uttanríkisráðharrin, Annika Heutfeldt var við á fundinum í NATO, og sigur seg ikki vera í iva um, at bæði Finnland og Svøríki vera limur í NATO um stutta tíð, segði hon:

finnland_huetfeldt

 

Svøríki eisini uppí Nato

Svøríki hevur boðað frá, at landið fer at søkja um limaskap í NATO saman við Finnlandi.

Roknað verður við, at sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki, sum er einsamallur í stjórn, fer at taka støðu til umsóknina um limaskap í NATO í kvøld, og at svenski ríkisdagurin fer at umrøða málið í morgin.

Í gjár ringdi finski forsetin, Sauli Niinistø, til Vladimir Putin, forseta í Ruslandi, og segði honum, at Finland fer at søkja um limaskap í NATO, skrivar Ritzau.

Samrøðan var einføld og tað var ikki stórvegis orðadráttur, skrivar finski forsetin í einum stuttum boðum.

Russiska tíðindastovan, RIA, skrivar, at Vladimir Putin, forseti, segði finska forsetanum, at avgerðum at sleppa uttanveltaðu støðuni, er eitt mistak.

Og hann legði aftrat, at avgerðin kann fáa keðiluigar avleiðingar fyri viðurskiftini ímillum londini.

Svøríki má sleppa sínum egna bannið fyri at selja vápn til Turkalands, og Svøríki má veita trygd fyri, at landið ikki stuðlar yvirgangsbólkar í landinum. Tað eru krøvini fyri at Turkaland kann taka undir við svenskum limaskapi í NATO, sigur turkiski uttanríkisráðharrin.

Á tíðindafundsi í berlin, eftir ráðharrafundin, segði Mavlut Cavusoglu, uttanríkisráðharri, at Turkaland ikki hóttir nakað land, men vil gera vart við, at Svøríki stuðlar felagskapin, PKK, sum Turkaland hevur lýst sum ein yvirganggsfelagskap.

Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, sigur, at hann hevur tosað við turkiska uttanríkisráðharran, og segði seg hava fingið at vita, at Turkalnd ikki ætlar at forða fyri, at Svøríki og Finland gerast limir í NATO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116