184.000 krónur í lønarhækkan

184.000 krónur í lønarhækkan
Stjórin í almenna partafelagnum, Posta, fekk í fjør eina lønarhækkan uppá 184.000 krónur, og samlaða lønin er nú knapppar 1,7 milliónir krónur
Stjóralønin er nú knappar 1,7 milliónir krónur
 
26.05.2022 - 18:00

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, fekk eina lønarhækkan uppá 184 túsund krónur í 2021. Tað sæst í roknskapinum hjá almenna partafelagnum,Posta, sum varð kunngjørdur í gjár.

Í 2020 var samlaða lønin hjá stjóranum í Posta 1.476.800 krónur. Men í 2021 fór lønin upp í 1.661.080 krónur. Atlso ein lønarhækkan uppá 184.280 krónur ella 12,5 prosent.

Talan er um samlaðu lønina. Tað vil siga løn og pensjón.

Samstundis eru lønarútreiðslurnar hjá Posta lækkaðar úr knøppum 52,1 milliónum krónum í 2020 til knappar 51,3 milliónir krónur í 2021. Ein lækking uppá góð 2 prosent.

Joen Magnus Rasmussen er nevndarformaður í Posta. Vit høvdu ætlað at spurt hann, hvør orsøkin er til lønarhækkanina hjá Joel undir Leitinum. Men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Joen Magnus Rasmussen í dag.

Reidar Nónfjall er næstformaður í nevndini fyri Posta. Men hann vil ikki gera viðmerkingar til roknskapin. Hann vísir til nevndarformannin.

Joel undir Leitinum sjálvur váttar, at tølini um lønarútreiðslur til stjórn í roknskapinum snúga seg um hansara stjóraløn. Men samstundis vísir hann á, at tað er nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, ið úttalar seg um lønarviðurskiftini hjá stjóranum í Posta.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er vegna føroyingar eigari av Posta. Hann hevur eisini ábyrgdina av sokallaða eigarapolitikkinum, har landsstýrið ger av, hvørji viðurskifti og treytir skulu vera galdandi fyri almennu partafeløgini.

Uni Rasmussen sigur seg ikki kenna orsøkina til lønarhækkingina hjá Joel Undir Leitinum og vil annars ikki gera samrøðu um málið.

Posta hevði annars eitt rakstraravlop uppá 13 milliónir krónur og eitt úrslit áðrenn skatt uppá 3,4 milliónir krónur fyri roknskaparárið 2021. 

Samlaða sølan hjá Posta var 127 milliónir krónur, sum er mesta sølan síðani felagið gjørdist alment partafelag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234