Video: Fólk í túsundatali fylgd úr Royal Arena

Video: Fólk í túsundatali fylgd úr Royal Arena
Fleiri túsund fólk vóru sunnukvøldið savnað í Royal Arena, har tað eftir ætlan skuldi vera konsert við Harry Styles. Men eftir skottilburðin í Fields var konsertin avlýst.
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
05.07.2022 - 15:26

Royal Arena, sum liggur beint við síðuna av Fields, skuldi sunnukvøldið klokkan 20 vera karmur um stórsligna konsert við poppsangarinum Harry Styles.

Umleið 16.000 atgongumerki vóru seld, og salurin var fullur av spentum konsertgestum. Men einki hendi, sum tað skuldi, sunnudagin. Trý fólk vóru dripin í skottilburði í handilsmiðstøðini Fields, eftir ein maður skeyt frá hond. 

Í fyrsta umfari fingu konsertgestirnir at vita, at konsertin var útsett ein tíma, tí at skottilburður hevði verið í Fields. Eisini var boðað frá, at fyriskipararnir arbeiddu tætt saman við løgregluni, soleiðis at trygdin var í hásæti, og at arbeitt var við at fáa síðstu gestirnir inn í salin. Men stutt eftir boðaði løgreglan frá, at konsertin var avlýst.

Tey fleiri túsund fólkini vóru síðani við hjálp frá løgregluni beind yvir til metro-støðina, har tok koyrdu teir mongu gestirnar til Vanløse, sum livandi myndirnar niðanfyri eisini vísa. 

16_000_folk_ur_Royal_Arena

 

Nakað eftir konsertin var avlýst, skrivaði Harry Styles á Twitter:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891