Níggju ferðir bleiv kært um atburðin hjá løgregluni í fjør

Níggju ferðir bleiv kært um atburðin hjá løgregluni í fjør
Føroyingar kærdu í fjør løgregluna níggjur ferðir til Den Uafhængige Politiklagemyndighed, vísir ársfrágreiðingin hjá stovninum
Fólk, ið kendu seg órættvíst viðfarin av løgregluni í fjør, kærdu í fjør níggju ferðir til Den Uafhængige Politiklagemyndighed
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.07.2022 - 11:23

Ótengdi løgregluklagumyndugleikin fekk níggju mál úr Føroyum í fjør.

Fimm revsimál vóru og fýra um atburð hjá løgreglufólki.

Sambært ársfrágreiðingini fyri 2021 vóru tríggjar kærur avvístar sambært rættargangslógini.

Í einum máli var skrivað upprit. 

Eingin atfinning var í tveimum málum um atburð, tá har var orð móti orði.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Kannar revsimál móti løgreglufólki

Ótengdi løgregluklagumyndugleikin kannar revsimál móti løgreglufólki og viðger og tekur avgerðir í klagum um atburð løgreglufólks.

Sambært heimasíðuni hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed, sum stovnurin eitur á donskum, stremba tey eftir at tryggja eina rættvísa málsviðgerð fyri øll.

Myngugleikin er hvørki í borgarans ella løgreglunnar tænastu, men í sannleikans tænastu. 

Hetta merkir, at hvørki borgari ella løgregla verða sett hægri enn hin í kanningini og avgerðini í einum máli.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744