Løgtingið viðgera ólavsøkurøðu

Løgtingið viðgera ólavsøkurøðu
Týsmorgunin verður fyrsti vanligi tingfundurin í ólavsøkutingsetuni, har millum annað umrøða av ólavsøkurøðu løgmans er á skránni.
 
30.07.2022 - 13:28

Løgtingið var sett í gjár, og týsmorgunin klokkan 10 verður fyrsti vanligi tingfundurin í ólavsøkutingsetuni.

Á skránni er fyrst og fremst umrøðan av ólavsøkurøðuni hjá løgmanni.

Ólavsøkurøðan, ið formliga eitur “frágreiðing løgmans á ólavsøku” verður vanliga sæð sum eitt boð uppá, hvat arbeiðið hjá landsstýrinum og harvið eisini løgtinginum í stóran mun fer at snúgva seg um hesa komandi setuna.

Av tí sama kann orðaskiftið gerast bæði spent og drúgt.

Á tingfundinum týsdagin skal løgtingið eisini velja tveir limir og tveir varðalimir í Norðurlandaráðið, og so er framløga triðja punkt á skránni fyri tingfundin.

Ein tíma undan sjálvum tingfundinum verður annars fyrsti nevndarfundurin í hesi tingsetuni, og hann verður í Útnorðurráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541