Ferðsluvanlukka kravdi mannalív

Ferðsluvanlukka kravdi mannalív
Ein ferðsluvanlukka í Havn í gjárkvøldið kravdi eitt mannalív, tá ein maður í 70-unum varð yvirkoyrdur nærhendis Vesturkirkjuna.
 
20.08.2022 - 13:36

Tað var nakað eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið, at ein bilur, sum koyrdi út eftir Jóannesar Paturssonargøtu, rendi á ein eldri mann við ein gonguteig ovarlaga í gøtuni.

Sjúkrabilur var skjótur á staðnum og flutti mannin á Landssjúkrahúsið, men har kundi bara staðfestast, at hann var deyður.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at enn er ikki greitt, hvat orsøkin er til vanlukkuna, men ongar ábendingar eru um, at ungi bilførarin koyrdi ávirkaður.

Avhoyringar av vitnum og øðrum heldur fram í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672