FC Keypmannahavn kann møta Real Madrid, Liverpool og Inter Milan

FC Keypmannahavn kann møta Real Madrid, Liverpool og Inter Milan
Lutakastið til Champions League-bólkaspælið verður í Istanbul í morgin, hósdagin, klokkan 17 føroyska tíð
 
24.08.2022 - 23:28

Stórur spenningur er altíð um Champions League-luttakastið, og í ár er tað eyka spennandi fyri fólk í Keypmannahavn, ið halda við FC Keypmannahavn, sum eisini nógvir føroyingar gera.

Danska høvuðsstaðarfelagið hevur fyri fimtu ferð í søgu felagsins spælt seg í bólkaspælið í Champions League, sum er heimsins sterkasta fótbóltskapping. 

Luttøkan fer væntandi at tryggja FCK 200 milliónir krónur í felagskassan. 

Donsku meistararnir, FC Keypmannahavn, ið hava spælt seg í Champions League-bólkaspælið, kunnu í besta - ella ringasta - føri møta Real Madrid, Liverpool og Inter Milan.

 

32 lið við í kappingini

32 feløg eru við í Champions League-lutakastinum. 

26 feløg hava vunnið seg beinleiðis í Champions League-bólkaspælið, meðan seks feløg hava vunnið seg í bólkaspælið umvegis playoff-dystir. 

 

Fýra bollar

Feløgini verða koyrd í fýra bollar. 

Í bolla 1 eru Champions League-vinnarin frá í fjør, Europa League-vinnarin, meistararnir úr seks teimum sterkastu fótbóltstjóðunum í Evropa, sum ikki vunnu antin Champions League ella Europa League. 

Liðini í bolla 2 til 4 verða raðfest eftir styrki.

Lið úr sama landi kunnu ikki spæla móti hvørjum øðrum í bólkaspælinum. 

 

Soleiðis eru liðini bólkað

Bolli 1 Bolli 2 Bolli 3 Bolli 4
Real Madrid
Eintracht Frankfurt
Manchester City
AC Milan
Bayern München
Paris Saint-Germain
Porto
Ajax
Liverpool
Chelsea
Barcelona
Juventus
Atletico de Madrid
Sevilla
RB Leipzig
Tottenham Hotspur
Borussia Dortmund
Salzburg
Shakhtar Donetsk
Inter Milan
Napoli
Sporting CP
Bayer Leverkusen
Benfica
Club Brugge
Celtic
Maccabi Haifa
Viktoria Plzen
Marseille
Rangers
Dinamo Zagreb
FCK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266