Karim Benzema og Alexis Putellas eru ársins leikarar í Evropa

Karim Benzema og Alexis Putellas eru ársins leikarar í Evropa
Ikki óvæntað var Karim Benzema, ið er áleypari og liðskipari í Real Madrid, valdur til ársins mannliga leikara í Evropa, meðan Alexis Putellas úr Barcelona vann hjá kvinnunum
Alexis Putellas úr Barcelona og Karim Benzema úr Real Madrid. Ársins leikarar í Evropa í 2022
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
25.08.2022 - 18:25

Í sambandi við lutakastið til ársins Champions League-bólkaspæl, vóru ársins leikarar og venjarar eisini valdir. 

Heilt stóra stjørnan í evropeiskum fótbólti í fjør, Real Madrid-áleyparin og -liðskiparin Karim Benzema, varð valdur til ársins leikari í evropiskum fótbólti við monnum. 

Tað bleiv hann framman fyri liðfelagan Thibaut Courtois, málverja í Real Madrid, og Kevin de Bruyne, miðvallara í Manchester City. 

 

Toppskjútti

34 ára gamli Karim Benzema leiddi Real Madrid til sigurin í Champions League-finaluni móti Liverpool, og var tað fimta ferðin, at Benzema vann Champions League við spanska høvuðsstaðarfelagnum. 

Franski áleyparin bleiv eisini toppskjútti í kappingini við 15 málum. 

Á vegnum móti finaluni, megnaði Real Madrid at vinna móti PSG, Chelsea og Manchester City, áðrenn 1-0 sigurin á Liverpool í finaluni. 

Real Madrid vann eisini spanska meistaraheitið. 

 

Alexis Putellas fyri aðru ferð

Hjá kvinnunum var tað aðru ferð á rað spanska Alexis Putellas úr Barcelona, ið vann heiðurin sum besti leikari í Evropa. 

28 ára gamli miðvallarin var liðskipari á Barcelona liðnum, ið tryggjaða sær spanska meistaraheitið við at vinna allar dystirnar - ja, tær vunnu allar dystirnar. Málmunurin var 148, tí Barcelona kvinnurnar skoraðu 159 mál, men lótu einans 11 fara inn. 

Barcelona spældi seg eisini í Champions League-finaluna móti Olympique Lyon, sum Barcelona tapti 1-3. Málið hjá Barcelona skoraði Alexis Putellas. 

Putellas var eisini millum málskjúttarnar, tá sterka spanska kvinnulandsliðið vann heili 10-0 móti Føroyum á Tórsvølli í fjør. 

Tíverri kom Alexis Putellas haltandi upp á pallin at taka ímóti heiðrinum sum ársins leikari í Evropa. Beint áðrenn hon skuldi spæla við spanska landsliðnum í EM-endaspælinum, sleit hon krossbandið. 

Ársins venjarar blivu ávikavist Carlo Ancelotti, ið er venjarin hjá Real Madrid, og Sarina Wiegman, ið vandi Ongland, ið vann evropameistaraheitið á heimavølli í summar. Sarina var tíverri ikki til staðar at taka ímóti heiðrinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201