David fann grótbræðing á Mars

David fann grótbræðing á Mars
Granskararnir høvdu væntað at funnið legugrýti í Jezero goskoppinum á Mars, men David og hansara toymið funnu prógv fyri, at so var ikki
 
08.09.2022 - 14:15

Tá ið rúmdarbilurin Perseverance fór at kanna botnin í goskoppinum Jezero á Mars, vóru granskararnir fullvísir í, at talan fór at verða um legugrýti, sum fyri milliardum av árum síðani hevði lagt seg á botnin í einum vatnið, ið tá var til har. Men so var ikki. 

 

Landslagið á Mars, har sum rovarin Perseverance koyrir. (Mynd: NASA/JPL-Caltech/MSSS)

 

Tá ið føroyingurin David Arge Klevang Pedersen og hansara toymið skannaðu botnin við tólinum PIXL, vísti úrslitið nakað heilt annað.

- Vit kundu staðfesta at talan ikki var um legugrýti, men grótbræðing, greiðir David frá.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Lurta eftir samrøðuni, har David Arge Klevang Pedersen greiðir frá, hvussu tað gongu uppi á Mars.

 

Tí vóru tey noydd at sannføra allar jarðfrøðingarnar um, at talan var um grótbræðing, ið, sum tað sær út til, hevur spríkt upp úr undirgrundini á Mars.

 

- Tað sæst í hesum gróti, at saltvatn einaferð hevur verið til staðar, sigur David.

 

Og tað at tað einaferð hevur verið saltvatn í Jezero goskoppinum, gevur vónir um, at tá ið tey koma har til, sum legugrýti er, er møguleikin fyri at tey finna fyrndargamlar steinrunnar Stromatolittar. Prógv um fyrndargamalt lív. 

 

Soleiðis síggja Stromatolittar út á jørðini. Granskarar halda, at hetta einfalda lívið einaferð treivst uppi á Mars, og at tað ið dag møguliga finnast steinrenningar av fyrndargomlum Stromatolittum í undirgrundini. 

 

Steinrunnin Stromatolittur funnin á jørðini. Nakað líknandi vóna tey at finna uppi á Mars. 

 

David Arge Klevang Pedersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187