Helle Thorning-Schmidt umskipar stjórnina

Helle Thorning-Schmidt umskipar stjórnina
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer at umskipa stjórn sína í dag
Danska stjórnin verður umskipað í dag, og um eina løtu kunngerð Helle Thorning-Smidt, forsætisráðharri, nýggja ráðharralistan.
 
09.08.2013 - 09:41

Umskipanin ber m.a. í sær, at Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, sum m.a. hevur viðgjørt sildatrætuna millum Føroyar og ES, fer burtur úr stjórnini. Nýggjur matvørumálaráðharri verður partakvinna hennara í sosialdemokratiska flokkinum, Karen Hækkerup, sum hevur verið almannamálaráðharri.

 

Henrik Sass Larsen

Sambært donskum miðlum verður Henrik Sass Larsen, sum hevur verið formaður fyri tingmanningina hjá sosialdemokratunum, nýggjur vinnumálaráðharri. Annette Vilhelmsen, forkvinna í SF, sum hevur havt henda ráðharrasessin, verður almannamálaráðharri eftir Karen Hækkerup.

Henda ráðharrastovan verður víðkað til eisini at umfata integrasjónsmál.

Nýggjur verjumálaráðharri
Nicolaj Wammen úr sosialdemokratiska flokkinum, sum hevur verið evropamálaráðharri, verður verjumálaráðharri. Partamaður hansara í verjumálaráðnum, Nick Hækkerup, verður nýggjur evroparáðharri og handilsmálaráðharri.

Pia Olsen Dyhr úr SF, sum hevur verið handilsmálaráðharri, avloysir Henrik Dam Kristensen sum flutningsmálaráðharri. Hann fer eisini burtur úr stjórnini, og verður formaður fyri tingmanningina hjá sosialdemokratunum.

Søvndal heldur fram
Villy Søvndal úr SF heldur fram sum uttanríkisráðharri, og heldur ongar broytingar verða gjørdar í ráðharrasessunum hjá teimum radikalu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450