Toskakvotan á Flemish Kap veksur eina helvt

Toskakvotan á Flemish Kap veksur eina helvt
Føroysk skip kunnu fiska 1.363 tons næsta ár
Pison er eitt av frystilínuskipunum. Føroyska kvotan á Flemish Kap næsta ár verður 1.363 tons.
 
27.09.2022 - 08:17

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap verður 1.363 tons næsta ár, stív 50 prosent størri enn í ár. 

Føroyski luturin í toskakvotuni er 22,35 prosent.

Føroyar fáa eisini 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Cap.

Tað var avgjørt á ársfundinum hjá NAFO í Porto í Portugal.

NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. 

 

6.100 tons 

Tilmælið um mest loyvdu toskaveiðuna á Flemish Kap var 4.000 tons í ár. Flestu londini vildu ikki fara ov nógv upp um hetta talið næsta ár.

Men eftir drúgvar samráðingar eydnaðist at finna semju um 6.100 tons, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið. 

Rækjustovnurin á Flemish Kap er ikki komin fyri seg.

Veiðibann var frá 2011-2019 og aftur í ár. Tað verður eisini næsta ár.

 

Fleiri lond í NAFO

Umframt Føroyar og Grønland, sum hava danska limaskapin, eru ES, Frakland fyri St. Pierre et Miquelon, Ísland, Japan, Kanada, Kuba, Noreg, Russland, Suðurkorea, Ukraina, USA og Stórabretland í NAFO.

Í føroysku sendinevndini vóru fólk úr Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Vørn og Havstovuni. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevði samráðingarleiðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908