- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava skrásett tvær spreingingar við Nord Stream-gassleiðing
Svenskir myndugleikar boða frá, at jarðskjálvtafrøðingar, seismologar, skrásettu tvær harðar spreingingar við Nord Stream gassleiðingina í gjár.
- Eingin ivi er um, at hetta vóru spreingingar, sigur Bjørn Lund, leiktari í jarðskjálvtafrøði við svenska jarðfrøðistovnin, SNSN.
Eisini týskir jarðfrøðingar hava skrásett spreingingarnar, skrivar Reuters.
Og stutt eftir, at boðað varð frá, at trýstið minkaði í russisku Nord Stream-gassleiðingini, ávaraði svenska sjóverjan frá lekum í svenskum og donskum sjóøki.
- Vit hava fingið kunning um, at tað lekur í tveimum støðum, í donskum og svenskum sjóøki, sigur Fredrik Strømbeck í svensku sjóverjuni.
Skipaferðslan í økinum er ávarað um lekarnar, tí vandi er fyri eldi í gassleiðingini.
Sí myndir frá donsku verjuni av lekanum her:
Se video og fotos af gaslækagerne på Nord Stream 1 og 2-gasledningerne i Østersøen på https://t.co/pj96CN7CDB: https://t.co/7bgt8TljaH #dkforsvar pic.twitter.com/I1zEPaBLYO
— Forsvaret (@forsvaretdk) September 27, 2022
Stórt hol
Donsku orkumyndugleikarnir siga í dag, at talan er ikki um rivu í gassleiðingini, men um stórt hol, skrivar Berlingske.
Felagið, sum rekur gassleiðingina, sigur í tíðindaskrivi, at enn ber ikki til at siga, nær gassleiðingin er virkin aftur.
- Oyðileggingar, sum hendu í gjár og í dag, hava vit ongantíð sæð áður, skrivar Nord Stream AG í fráboðanini.
Danmark og Svøríki hava kallað saman til kreppuráð, og fundurin verður helst í kvøld.
- Fundurin fer at snúgva seg um, hvussu nógv vit vita, sigur svenski uttanríkisráðharrin, Ann Linde, við E24.
Nord Stream 1 og 2-gassleiðingarnar. (Grafikkur: TV2 Danmark)