John Frederiksen skal spæla við skotska Raith Rovers FC

John Frederiksen skal spæla við skotska Raith Rovers FC
Áleyparin John Frederiksen hevur undirskrivað sáttmála við skotska felagið Raith Rovers FC í næstbestu skotsku deildini. Málið er at vinna sær landsliðsplássið aftur
John Frederiksen hevur skrivað undir við skotska felagið Raith Rovers FC, sum spælir í næstbestu skotsku deildini
 
07.10.2022 - 21:06

Tað verður ein føroyingur, sum restina av hesum kappingarárinum skal skjóta málini fyri skotska felagið Raith Rovers FC, ið spælir í næstbestu skotsku deildini. 

26 ára gamli áleyparin, John Frederiksen, ið hevur verið at sæð á føroyska A-landsliðnum, hevur nevniliga skrivað undir sáttmála við skotska felagið tað, ið er eftir av kappingarárinum. 

Raith Rovers FC liggur í løtuni á áttanda plássi í næstbestu skotsku deildini, ið eitur Scottish Championship

 

Hevði fleiri tilboð

John Frederiksen hevur seinastu árini spælt í eysturríkskum fótbólti, men hevur í nakrar mánaðir leitað eftir nýggjum felagi, og tað er nú eydnast at finna eitt í Skotlandi. 

Men tað var ikki væntandi áhugi fyri sær sum spælara, ið gjørdi, at tað tók so langa tíð at finna eitt nýtt felag, ger John Frederiksen púra greitt. 

"Eg havi havt fleiri tilboð úr Íslandi, Skotlandi og aðrastaðni við, men eg haldi, at Skotland og Raith Rovers FC passa væl til mín. Raith Rovers FC hevur ein venjara, sum sær nakað stórt í mær, og fólkini rundan um felagið hava veruliga gjørt alt fyri at fáa meg knýttan at felagnum. Stigið her er hægri enn tað, ið eg komi frá í Eysturríki. Og so er Bretland ein stórur fórtbóltsmarknaður, og tað er góður møguleiki fyri, at tey røttu eyguni síggja teg, tí fyri meg er hetta enn eitt fet á leiðini at koma heilt upp í toppin í evropeiskum fótbólti."

 

Drúgt skifti

Orsøkin til, at skiftið til Raith Rovers FC tók so langa tíð er hinvegin Brexit. 

"Eg havi bíðað eftir innferðarloyvi til Bretlands í fleiri vikur, tí tað er vorðið sera trupult at sleppa inn í Bretland eftir Brexit. So tað hevur verið rættiliga ørkymlandi at skula bíða eftir at sleppa í gongd."

John Frederiksen fekk sína fótbóltsuppaling í NB Bornholm í Nexø, har hann er uppvaksin. Men eitt skifti spældi hann í Føroyum við 07Vestur og HB, áðrenn leiðin gekk til finska felagið MuSa og síðani eysturríkska SKU Amstetten.

Heimasíðan hjá Raith Rovers FC hevur gjørt samrøðu við John Frederiksen, nú hann hevur skrivað undir við felagið. 
 

 

Burdi verið fastari á landsliðnum

John Frederiksen heldur, at skiftið til Raith Rovers FC eigur at styrkja hansara møguleikar at vinna sær plássið á føroyska A-landsliðnum aftur.

Í roynd og veru, heldur John Frederiksen, at tað burdi verið ein sjálvfylgja, at hann er á landsliðnum, nú hann spælir yrkisfótbólt á einum høgum stigi uttanlands. 

"Fyri at vera ærligur, so hevur tað undrað meg, at eg ikki eri knýttur fastari at landsliðnum, tá ið hugsað verður um, at eg spæli yrkisfótbólt uttanlands á einum væl hægri stigi enn Betrideildin í Føroyum er á. So hví eg ikki verði úttikin, er ein spurningur, eg ofta seti mær sjálvur. Tað hevur nokk nakað at gera við, hvat landsliðsvenjararnir vilja við landsliðnum, og ikki um eg eri góður nokk. Tað haldi eg, at eg væl og virðiliga havi prógvað, at eg eri," staðfestir ein sjálvsikkur John Frederiksen. 

Fyrsti dysturin hjá John Frederiksen fyri nýggja felagið verður longu í morgin á heimavølli móti Cove Rangers.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. oktober
Etos: Tá menniskju verða rá
181552
Hósdag 3. oktober
Morgunlestur mikudagur 3. oktober 2024
180901
Mikudag 2. oktober
Skratsj 2. oktobur 2024
181539
Mikudag 2. oktober
LEITISSTEIN 01.10.2024 (Andreas Mogensen)
181524
Mikudag 2. oktober
Morgunlestur mikudagur 2. oktober 2024
180900
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Mánadag 30. september
3-2 (30. september 2024)
181437