Fólkatalið er minkað í 12 kommunum

Fólkatalið er minkað í 12 kommunum
Størsti vøksturin í fólkatalinum seinasta árið var í Nes kommunu, har tað vaks fýra prosent.
Fólkatalið í Nes kommunu vaks fýra prosent í fjør.
 
11.10.2022 - 09:01

Færri fólk búðu í 12 kommunum 1.september í ár enn 1.september í fjør.

Nógv størsta kommunan í Føroyum er Tórshavnar kommuna. Har búgva 23.000 fólk, 43 prosent av fólkatalinum í Føroyum.

Næst Tórshavnar kommunu eru Klaksvíkar kommuna við 5.400 fólkum og Runavíkar kommuna við góðum 4.300 fólkum.

Tey svara til ávikavist 10 og átta prosent av fólkatalinum.

 

Størsti vøkstur í Nes kommunu

Størsti vøksturin í fólkatalinum seinasta árið var í Nes kommunu, har tað vaks fýra prosent.

Síðani kemur Eiðis kommuna, har er vøksturin 3,6 prosent.

Størsta minkingin í fólkatalinum frá 1.september í 2021 til 1.september í ár var í Húsavíkar kommunu, har fólkatalið minkaði 6,3 prosent.

1.september í ár búðu 54.081 fólk í Føroyum, - tað eru 636 fleiri enn 1.september í fjør. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533