Stjørnan skiftir venjara

Stjørnan skiftir venjara
Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari hjá SMS-liðnum hjá Stjørnuni. Nýtt venjarapar er Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Annika Karlsdóttir Ljósstein
Kári Horn er ikki longur venjari hjá besta liðnum hjá Stjørnuni
 
11.10.2022 - 14:53

Kári Horn er ikki longur venjari hjá besta liðnum hjá Stjørnuni. Felagið boðar í dag frá, at hann í sátt og semju við nevndina hevur lagt frá sær, skrivar Norðlýsið. 

Nýtt venjarapar restina av kappingarárínum er Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Annika Karlsdóttir Ljósstein, sum bæði hava drúgvar hondbóltsroyndir. 

Annika Karlsdóttir Ljósstein spældi í fleiri ár við Stjørnuni og var við til at vinna fleiri heiðursmerki, meðan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein stóð á síðulinjuni fleiri av gullárunum hjá felagnum. Seinni hevur hann staðið á odda fyri Neistanum og eitt skifti var hann landsliðsvenjari.

 - Vit vilja takka Kára fyri tíðina, hann hevur verið hjá okkum sum venjari, og vit gleða okkum til komandi samstarv við Svein Rógva og Anniku, skrivar Stjørnan á Facebook.

 - Vit vilja takka Kára fyri tíðina hann hevur verið við okkum sum venjari

Kári Horn, sum tók við venjarastarvinum í fjør, takkar á Facebook fyri seg:

 - 1000-takk fyri møguleikan at hava verði venjari hjá tykkum. Gleði meg at fylgja tykkum víðari fram yvir og ynski tykkum alt tað besta, skrivar nú fyrrverandi venjarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858