Fiskaútflutningurin 11 milliardir seinasta árið

Fiskaútflutningurin 11 milliardir seinasta árið
Fyri fyrstu ferð er útflutningsvirðið farið upp um 11 milliardir í einum ári
Fiskaútflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár er vaksin 45 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
17.10.2022 - 10:16

Fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur vóru útfluttar frá september 2021 til august 2022.

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35 prosent meir enn somu mánaðir í fjør, sigur Hagstovan.

Verður hugt at seinasta árinum, ið er tíðarskeiðið frá september 2021 til august 2022, kann staðfestast, at vit fyri fyrstu ferð hava útflutt fiskavørur fyri meira enn 11 milliardir krónur í einum ári. 

Fyrstu átta mánaðirnir í ár var útflutt fyri átta milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur.

Hetta svarar til 39 prosent í vøkstri. 

 

Makrelvirðið vaks 43 prosent

Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14 prosent, meðan virðið er hækkað 43 prosent. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25 prosent. Sama gongd er fyri sildina.

Laksaútflutningurin er vaksin 34 prosent, og var 3,5 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar, hóast útflutta nøgdin minkaði sjey prosent.

Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51, 27 og 69 prosent. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður úr 25 upp í 33 prosent í miðal hetta seinasta árið.

Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri, sigur Hagstovan.

<

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860