Kekkia og Kosovo mótstøðulið í november

Kekkia og Kosovo mótstøðulið í november
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla venjingardystir ímóti Kekkia og Kosovo í november
Tveir venjingardystir eru á skránni hjá hesum í november; Kekkia og Kosovo taka ímóti
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
18.10.2022 - 13:25

Kekkia og Kosovo vera mótstøðulið, tá føroyska fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla tveir venjingardystir í november, skrivar fsf.fo.

Dystirnir verða 16. og 19. november.

Lagt verður fyri á útivølli ímóti Kekkia í Olomouc eystarliga í landinum. Síðan verður farið til Pristina í Kosovo, har seinni venjingardysturin verður spældur.

Dysturin ímóti Kekkia var avtalaður, áðrenn londini bæði endaðu í sama bólki til EM-undankappingina, skrivar Fótbóltssambandið.

Á seinasta styrkislista hjá FIFA er Kekkia nummar 35 í heiminum, meðan landsliðið hjá Kosovo er á 107. plássi av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni. Føroyar eru í løtuni nummar 122 á listanum.

Føroyar hava spælt fýra ferðir ímóti Kekkia og tríggjar ferðir ímóti Kosovo. 

Hópurin til nevndu landsdystir verður kunngjørdur á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 31. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290