VIDEO: Hanna hevur vakrasta urtagarð í Klaksvík 2022

VIDEO: Hanna hevur vakrasta urtagarð í Klaksvík 2022
Í Klaksvík hevur ein dómsnevnd avgjørt, at Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen hava vakrasta havan í 2022. 
 
20.10.2022 - 12:59

Tað var í samband við tiltakið ’Virkið vár’, sum var í mai, at ein urtagarðskapping varð útskrivað. Borgarar í Klaksvík fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina, ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna. 

Dómsnevndin avgjørdi, at vakrasti urtagarður í 2022 liggur á Skáltavegi 30 í Klaksvík, har Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen búgva.

 

ArsinsHavi_NET

Rannvá Fossaberg frá GMF hittir Honnu Dalsenni og Hans Hjalta Skaale, býargartnara.

 

Dómsnevndin sigur m.a. í grundgevingini, at urtagarðseigarin hevur megnað at fáa heilt ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi. Alt er væl samanvaksið, og eingin mold er at síggja, tí planturnar eru sera væl samansettar.

Lendið í urtagarðinum er sera bratt, men kortini er hvør krókur gagnnýttur. Bæði til terassu, har lagt er upp til hvíld og hugsavnan, samstundis sum urtagarðurin er sermerktur av gomlum trøum, sum eru endurnýtt til bæði beð, beinkir og aðrar prýðislutir.

Somuleiðis sigur dómsnevndin, at úrvalið í urtagarðinum er fjølbroytt. Nógv ymisk trø, nálatrø, klivplantur, eitt ótal av staudum, rósum, átulig ber osfr.

 

1556614

Longri samrøða við Honnu Dalsenni og Hans Hjalta Skaale.

 

Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen frá Klaksvíkar Kommunu.

Høvuðsvinningurin frá kommununi var eitt gávubræv á kr. 10.000 og eisini fingu Hanna og Mikkjal eina plantu frá býargartnaranum og eina merkisplátu til minnis um heiðurin.

Kelda: Klaksvík.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974