Leita eftir kemiskum vápnum í Sýrialandi

Leita eftir kemiskum vápnum í Sýrialandi
ST-vápnaeftirlitsfólk eru komin til Sýrilands at kanna uppáhaldið um, at kemisk vápn eru nýtt í borgarakrígnum í landinum
ST hevur sent serfrøðingar til Sýrialands at kanna, um stríðandi partarnir hava nýtt kemisk vápn.
 
19.08.2013 - 09:30

Bæði stjórnardeildir og uppreistrardeildir verða lagdar undir at hava brúkt kemisk vápn, m.a. nervagass.

Sviin, Åke Sellstrøm, stendur á odda fyri vápnaeftirlitsliðnum. Hann stóð eisini á odda fyri ST-vápnaumsjónarfólkunum, sum leitaðu eftir kemiskum vápnum í Irak.

Samráðst leingi
ST hevur í longri tíð samráðst við sýrisku myndugleikarnar um at senda eftirlitsfólk til landið, og stjórnin hjá Assad-forseta hevur eftirlíkað ST-liðnum at vitja trý støð, har tað sigst, at kemisk vápn eru nýtt.

USA, Frakland og Bretland siga, at prógv eru fyri, at sýriski stjórnarherurin hevur nýtt nervagass í krígnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776