Geytavinnari biður um umbering fyri, at hon var mismælt

Geytavinnari biður um umbering fyri, at hon var mismælt
Eir í Ólavsstovu, dokumentaristur, umber nú, at hon í Degi og viku-innslagi var mismælt og kom til at siga, at abbi Elinu Josefinu Smith var sjúkur av sinnisklovningi
Eir í Ólavsstovu vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina
Mynd: Hallur E. Thomsen  
 
25.10.2022 - 16:14

Í sambandi við samrøðuna við Geytavinnaran Eir í Ólavsstovu, ið varð víst í Degi og viku í gjárkvøldið, segði Eir í Ólavsstovu, at abbi høvuðspersónin í vinnandi filminum "Sálarkvøl", Elina Josefinu Smith, var sjúkur av sinnisklovningi (skisofreni). 

Nú ger Eir í Ólavsstovu á sínum Facebook-vanga vart við, at hon var mismælt í samrøðuni í Degi og viku. 

Eir í Ólavsstovu skrivar:

"Eg má veruliga orsaka fyri ein feil, sum eg kom at siga í Degi og viku í kvøld (gjárkvøldið, red.). Abbi Elina Joefinu Smith var ikki skizofren. Eg var so móð og var mismælt. Familja hansara heldur ikki, at hann var sálarsjúkur yvirhøvur, men læknarnir søgdu, hann var maniodepressivur. Tað segði Marita í filminum. Enn einaferð orsaka."
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485