Leiðarin í Muslimska Brøðralagnum handtikin

Leiðarin í Muslimska Brøðralagnum handtikin
Myndugleikarnir í Egyptalandi hava handtikið leiðaran í Muslimska Brøðralagnum, Mohamed Badie. Tað upplýsa altjóða tíðindastovurnar og almenna sjónvarpið í Egyptalandi í dag
Leiðarin í Muslimska Brøðralagnum í Egyptalandi, Muhamed Badi, er handtikin
 
20.08.2013 - 09:45

Badie varð handtikin í eini íbúð í landnyðringspartinum av Kairo. Hetta hendi, eftir at trygdardeildir høvdu fingið eitt prei um, hvar hann fjaldi seg.

Tá Mohamad Mursi, forseti, sum brøðrarlagið stuðlaði, fyrst í juli varð rikin frá valdinum, vórðu boð send út um at handtaka oddamenninar í brøðralagnum. Mursi var í mong ár sjálvur ein av leiðandi limunum í Muslimska Brøðralagnum.

Handtikin fyrr
Badie er minst eina ferð fyrr handtikin, men síðan latin leysur aftur. Síðan hevur hann fjalt seg. Fyrst í august varð hann - saman við trimum øðrum limum í Muslimska Brøðralagnum - innkallaður til rættarfund.

Hann er ákærdur fyri at hava eggjað til harðskap í samband við ófriðin 8. juli, tá 55 fólk lótu lív. Rættarfundurin er settur at vera 25. august.

Sonur Mohammad Badie, Ammar Badie, var millum tey 170 fólkini, sum lótu lív undir samanbrestunum millum trygdardeildir og viðhaldsfólk hjá Brøðrarlagnum í Kairo fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086