Sálarliga heilsan versnar

Sálarliga heilsan versnar
Sálarlig heilsa í flestu londum í vesturheiminum vísir seg at versna. Bæði fyribyrging fyri ávísar málbólkar og universell sálarlig heilsufremjan kunnu minka um vandan
 
30.10.2022 - 18:27

– Tørvur er á strategium, ið fevna um allar borgarar fyri at fremja og verja sálarliga heilsu, stendur millum annað í eini nýggjari grein í Open Access Government, sum snýr seg um “ABC fyri sálarliga heilsu” kring heimin.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum, hevur skrivað greinina saman við australskum, donskum, norskum og svenskum ABC-samstarvsfeløgum.

Víst verður millum annað á, at bæði fyribyrging fyri ávísar málbólkar og universell sálarlig heilsufremjan kunnu minka um vandan fyri, at sálarliga heilsan gerst verri.

Fevnir um øll
- Av tí at universell sálarlig heilsufremjan fevnir um øll, kann tað røkka út til og ávirka størri partar av fólkunum í einum samfelagi enn fyribyrging, stendur millum annað í greinini.

“ABC fyri sálarliga heilsu” er heimsins fyrsta víðfevnda sálarliga heilsufremjandi herferð, sum fevnir um allar borgarar og er grundað á samfelagið og nærumhvørvið.

Átakið “ABC fyri sálarliga heilsu” fevnir um tríggjar boðskapir, ið eru grundaðir á gransking, og sum fremja sálarliga vælveru og kunnu brúkast av øllum uttan mun til sálarliga heilsustøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938