Nations League fyri kvinnur á veg

Nations League fyri kvinnur á veg
Spælarar og venjarar á føroyska fótbóltslandsliðnum hava sagt, at ein Nations League-kapping fyri kvinnur hevði verið eitt gott hugskot, og nú er ein slík á veg
Lene Terp, landsliðsvenjari, og føroysku spælararnir skulu nú spæla Nations League
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
03.11.2022 - 09:46

Næsta ár byrjar Nations League fyri kvinnur.

Tað hevur evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, kunngjørt, sambært fleiri altjóða miðlum.

Fleiri hava ynskt eina slíka kapping afturat EM og HM-undankappingunum, og UEFA boðar nú frá, at fyrsta útgávan av kappingini byrjar á heysti í 2023. 

Eisini venjarin á føroyska landsliðnum, Lene Terp, og liðskiparin á føroyska landsliðnum, Ásla Johannesen, halda, at ein slík kapping hevði komið væl við.

 - Har skulu vit spæla ímóti liðum, sum eru á okkara stigi og hava somu fyritreytir fyri at vera góð, tí tað snýr seg eisini í stóran mun um, hvørjar fyritreytir tú hevur, segði Lene Terp við Kringvarpið í september, og liðskiparin tók undir við henni.

 - Tað er eingin loyna, at tað er stuttligt at spæla ímóti heimselituni og tínum fyrimyndum, men tað er betri fyri øll lið at spæla ímóti onkrum á sama stigi. Tað hevði verið gott fyri okkum, um vit sloppu at spælt dystir, sum telja, ímóti liðum nærri okkara stigi, segði Ásla Johannesen í september.

Tríggjar deildir

Londini verða býtt upp í tríggjar deildir eftir styrkismetingini, og eins og hjá monnunum ber til at flyta upp og niður ímillum deildirnar.

Uppskotið til nýggja kapping varð lagt fram fyri limalondunum í Frankfurt í oktober, og nýggi kappingarleisturin var góðkendur av starvsnevndini hjá UEFA í gjár.

 - Tíðin er komin at menna landsliðsfótbóltin við kvinnum, sigur UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin, sambært fleiri miðlum.

 - Vit hava bygt eina opna, kappingarføra og samanhangandi kapping, har allir dystir hava týdning, sigur forsetin.




 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985