Lata síðsta skotið av í Árnafjarðartunlinum týsdagin

Lata síðsta skotið av í Árnafjarðartunlinum týsdagin
Knút Guðjónsson skjýtur síðsta skotið í Ánunum, har skipað verður fyri hátíðarhaldi
Nú líður boriarbeiðinum í Árnafjarðartunlinum so mikið væl, at síðsta skotið verður latið av seinnapartin týsdagin.
Mynd: Landsverk  
 
04.11.2022 - 15:34

Týsdagin verður síðsta skotið í Árnafjarðartunlinum, sum er annar av tunlunum norður um Fjall, latið av.

Knút Guðjónsson skjýtur síðsta skotið í Ánunum klokkan 14. Hann var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin norður um Fjall var gjørdur. 

Knút Guðjónsson var eisini við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin. 

 

Hátíðarhald á kaiøkinum

Hátíðarhaldið verður á kaiøkinum í Ánunum.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, halda røðu. 

Árnafjarðartunnilin er umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, er umleið 6. 500 metrar.

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr., og teir verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775