Spískamarið: Grønmetisparadís á Sandi

Spískamarið: Grønmetisparadís á Sandi
Á Sandafløttunum er eitt satt grønmetisparadís, har alt frá hvítleyki til rósukál verður dyrkað. Og smakkurin kann ikki samanberast við innflutta grønmetið, spyrt tú bøndurnar
Í triðja partinum av Spískamarinum er Gutti farin til Sands, tí hann ætlar at halda eitt grønmetisgildi.
Mynd: Skíggjamynd úr triðja parti av Spískamarinum.  
 
09.11.2022 - 19:00

Í Føroyum innflyta vit grønmeti í stríðum streymi. Men á Sandafløttunum heima á Sandi er eitt satt grønmetisparadís. 

Velturnar hava prógvað, at hóast harðbalaveður her í Føroyum, so ber væl til at dyrka grønmeti. 

Jóannes Johannessen Gutti Winther Spískamarið

Caption: 
Jóannes bóndi í Miðstovugarðinum dyrkar grønmeti bæði heima við hús og á teigunum á Sandafløttunum.

"Er jørðin og moldin góð, ja, so ber væl til," sigur Jóannes Johannessen, bóndi í Miðstovugarðinum á Sandi. 

Og moldin á Sandafløttunum er serstakliga góð til endamálið, tí sandurin av náttúrunnar hond er blandaður so væl upp í moldina.

"Tað gevur lítla meining at innflyta grønmeti, sum snilt kann veltast í Føroyum," heldur Jóannes. 

Sandafløtturnar heima á sandi

Caption: 
Sandjørðin á Sandsfløttunum er avbera góð til grønmetisveltur.

 

Undangongumaðurin í grønmetisdyrkan

Jóhannes Johannessen er eisini ein av teimum, sum dyrkar egið grønmeti. Tað ger hann bæði á fløttuni, men eisini heima við hús.

Tað hevur hann gjørt í eini 35 ár, og í so máta er hann undangongumaður. 

"Vit høvdu grønmeti í garðinum við hús. Men eftir 2010 byrjaði tað spakuliga at taka dik á seg. Og eftir Veltan varð sett á stovn, kom ordilig ferð á," sigur Jóannes.

spiskamarid_gularotur_gronmeti.png

Caption: 
Gularøtur úr veltuni hjá Jóannesi Johannessen.

 

Eitt grøntmetisbrand

Veltan byrjaði sum ein áhugafelagsskapur við fólki, sum hildu, at tað átti at verið meira gjørt við at velta grønmeti í Føroyum. 

"Hugskotið og konseptið var at gera ein felagsskap av fólki, sum øll dyrkaðu hvør sítt, og so kundi Veltan selja tað undir einum vørumerki, sum kallaðist Veltan." 

Artiskokkur Spískamarið Veltan

Caption: 
Allarhelst fyrsti artiskokkurin, sum er dyrkaður á Sandi. Hesin vaks í vakstrarhúsinum hjá Veltuni.

Síðani Veltan varð sett á stovn í 2015, tók dyrkanin av álvara dik á seg, sigur Jóhannes - bæði hjá honum sjálvum, men eisini hjá øðrum framleiðarum. 

"Tað hevur bara eydnast væl. Fá fólk eru nú í Føroyum, sum ikki kenna Veltuna. Men enn manglar at fáa føroyingar sum heild at fara í holt við at velta grønmeti." 

Agurk veltan spískamarið grønmeti

Caption: 
Í vakstrarhúsinum hjá Veltuni vuksu eisini agurkir.

Hóast Veltan ikki longur hevur egið royndarvirksemi, so er áhugafelagsskapurin enn virkin, og miðað verður eftir at savna saman grønmetisframleiðarar kring landið. 

Grønmeti Veltan Sandur

Caption: 
Grønmeti úr vakstrarhúsinum hjá Veltuni á Sandi. Tá Gutti vitjaði hevði Veltan egna royndarframleiðslu við eitt nú blómkál, squash, tomatum og argurkum.

 

Byrjaði sum áhugi, men lønar seg nú

At dyrka grønmeti byrjaði av forvitni og áhuga hjá Jóannesi. Men so við og við er hesin frítíðaráhugin vorðin arbeiði. Og nú lønar tað seg eisini. 

"Mær dámar tað væl, men tað er ikki bara fyri stuttleikar. Nú er tað ein partur av vinnuni hjá okkum," sigur Jóannes Johannesen úr Miðstovugarðinum. 

 

Royna seg fram

Millum teigarnar hjá Jóannesi og vakstrarhúsið hjá Veltuni eru teigarnir hjá Uttastovugarði, sum Jónhild Jacobsen rekur. 

Jónhild Jacobsen Uttastovugarður Spískamarið

Caption: 
Á teigunum hjá Jónhild veksur alskyns grønmeti, tí Jónhild er ikki bangin fyri at royna nakað nýtt. 

Jónhild er íðin í veltuni og er heldur ikki bangin fyri at royna okkurt nýtt. Eitt nú hevur hon dyrkað pastinakkir, hvítleyk og rósukál. 

"Hóast eg sigi, at hatta skal eg ikki gera aftur næsta ár, so geri eg onkrar royndir kortini," sigur Jónhild.

Helst eru rósukálini úr veltuni hjá Jónhild Føroya fyrstu rósukál, ið eru dyrkað í Føroyum. Og Jónhild væntar ikki, at tey vera tey síðstu. 

Rósukál Spískamarið

Caption: 
Sum nakað nýtt, hevur Jónhild sett rósukál niður. Og tey skuldu sjálvandi roynast. 

Kunnleikin um at velta grønmeti í Føroyum er rættiliga lítil, og tí leggja tey í Uttastovugarði nógv fyri at royna seg fram. 

"Tað er ov lítið skrivað, og tað er ikki serliga nógv vitan á økinum, so alt er á byrjanarstøði hjá okkum," sigur Jónhild. 

Pastinakk Gutti Winther Spískamarið

Caption: 
Ein pastinakk úr veltuni hjá Jónhild.

 

Serstakar fortreytir

Íblásturin kemur eitt nú úr Danmark, men fortreytirnar fyri grønmetisdyrkan eru kortini heilt øðrvísi á flatlondum enn her heima. 

"Vit hyggja eitt sindur eftir, hvat riggar í Danmark, men tað riggar ikki altíð so væl her heima, tí vit hava kuldan, vindin og sjórokið, og tað kann ikki samanberast," sigur Jónhild Jacobsen.

Reytt grøntkál Jónhild Jacobsen Gutti Winther Spískamarið

Caption: 
Reyða grøntkálið hjá Jónhild stendur allan veturin - heilt út í februar mánað, um veðrið ikki hevur verið alt ov vánaligt. 

 

Føroyskt grønmeti smakkar bara betur

Tá man fyrst hevur smakkað grønmeti, sum er dyrkað í Føroyum, ja, so vendst ikki aftur, halda tey heima á Sandi.

Tí sambært bóndunum báðum er eingin ivi um, at føroyska grønmetið er í einum klassa fyri seg.

"Tað er meira smakkur í, og so smakkar tað bara betur," sigur Jónhild. 

Hvítleykur Gutti Winther Spískamarið

Caption: 
Og Gutti kann ikki annað enn at vera samdur. Her roynir hann hvítleykin, sum bæði luktar og smakkar av meira, enn hann er vanur við.

 

Veldiga vegetarveitslan

Triði partur av Spískamarinum er á skránni hóskvøldið, og sum nakað heilt serstakt verður hesin parturin uttan ein einasta blóðdropa. 

Gutti hevur sett sær fyri at halda eina veldiga vegetarveitslu, og til endamálið tørvar honum frískt grønmeti. Og tá er neyvan betri stað at leita sær enn til Sands.

Har finnur hann millum annað frískan grasleyk, kál, squash, hvítleyk, rósukál og nógv, nógv annað.

Grønmeti á Sandi - tað er sonn matgleði! Og tú finnur sendingina her

REY03854

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255