- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spískamarið: Arvalæran er avgerandi fyri góða smakkin
Tað er oktober, og fjøllini vera gingin.
Gutti er farin á rættina á Eiði at taka móti eiðismonnum, sum hava verið á fjalli.
Norðurhelvt, sum hagin eitur, er norðari partur av Slættaratindi, ið er hægsta fjall í Føroyum.
Hagin Norðurhelvt røkkur heilt til Eiðiskoll, norðan fyri bygdina. Gráfelli er mark, so hagin røkkur heilt úr fjøruni og upp í 857 metra hædd.
Eitt stórt arbeiði
Ein dag sum í dag eru nógv fólk møtt, tí upptakið er stórt, og øll mugu hjálpa til.
Seyðurin skal býtast og vigast, ærnar skulu út, og sleppingarlombini skulu hava heilivág.
Arvalæran er avgerandi fyri smakkin
Jan Thomsen er røktingarmaður.
Hann hevur drúgvar royndir og er tiltikin fyri sína vitan um bæði seyð og seyðahald.
Sambært Jan Thomsen, er tað týdningarmikið at hyggja at arvalæruni, tí hon sigur nógv um seyðin.
"Eg gangi ikki so høgt upp í ullina. Tað er kjøtið, ið er tað mest umráðandi," staðfestir Jan Thomsen avgjørdur.
Reytt gull
Flettingin tekur eisini sína tíð, tí um hundrað seyðir skulu flettast.
Tað er ein fragd at síggja úrslitið av stríðnum hanga í hjallinum.
Litirnir á krovunum geva ábendingar um smakkin.
Jan Thomsen sigur, at tað eru serliga trý viðurskifti, sum eru týdningarmikil, um kjøtið skal smakka væl.
Arvafrøðin hjá seyðinum, hvar seyðurin hevur gingið, og ikki minst umstøðurnar, sum kjøtið hongur í.
Meksikanskt avroð
Gutti er ikki ørindaleysur á síni vitjan á Eiði, tí hann hevur í huga at gera bitar at gloypa úr avroði.
"Chili con slambur", "Nossanuggets", "Lambshjartatakos" og "Hotdogs við innvølum", kallar Gutti sermerktu rættirnar.
Hetta er tað, ið er á matskránni í síðsta parti av Spískamarinum á hesum sinni.
Tað er sonn matgleði!
Tú kanst síggja hesa og aðrar Spískamarsendingar HER.