Herjólfur III byrjar týsdagin

Herjólfur III byrjar týsdagin
Týsdagin fer Herjólfur III undir at sigla farmasigling millum Krambatanga og Havnina.
Mynd: eyjafrettir.is
 
19.11.2022 - 13:04

Avgreiðslan av farmi fer fram upp á sama máta sum við Smyrli, og Strandferðslan sigur, at farmakundar, ið frammanundan brúka farmabíleggingarskipanin, kunnu frá mánadegnum eisini brúka hesa til bíleggingar við Herjólfi.

Siglt verður av Havnini týsdag, mikudag og hósdag klokkan 11.00 og fríggjamorgun klokkan 8.30. Av Tvøroyri verður silgt týskvøld klokkan 18.00, mikudag klokkan 17.00, hósdag klokkan 16.00 og fríggjadag klokkan 14.30.

Herjólfur III hevur í ein góðan mánað verið í Íslandi og siglt á síni gomlu rutu millum Vestmannaoyggjar og Þorlákshafn, har hann avloysti Herjólf IV, sum hevur verið í dokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329