Føroyskur landsliðsspælari til København Håndbold

Føroyskur landsliðsspælari til København Håndbold
Strikuspælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum Pernille Brandenborg skiftir frá húsagangsrakta Randers HK til høvuðsstaðarliðið København Håndbold
Strikuspælarin á føroyska landsliðnum hevur skift hondbóltsadressu
Mynd: HSF  
 
19.11.2022 - 15:45

Pernille Brandenborg skiftir úr Randers HK til København Håndbold.

Strikuspælarin á føroyska landsliðnum hevur tikið avleiðingarnar av húsaganginum í Randers HK og hevur leitað sær til høvuðsstaðarfelagið, sum liggur á 4. plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Saman við strikuspælaranum skiftir danski U20-landsliðsspælarin Anne Christine Bossen.
 
 - Eg eri sera glað um og errin yvir, at eg skal spæla við København Håndbold, tí eg havi altíð sæð felagið sum spennandi og professionelt. Eftir eina hendingaríka tíð í Randers HK eri eg glað fyri at fáa kjansin í hópinum beinanvegin. Eg gleði meg at fara í København-blusuna og seta fulla ferð á, sigur Pernille Brandenborg við kbhbold.dk.

 - Tað var ein 'no-brainer', tá vit fingu møguleikan at styrkja um liðið. Báðir spælararnir hava neyðuga stigið fyri at styrkja lið okkara longu nú, sigur venjarin hjá KH, Rasmus Overby.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961