Scandinavian Star: 29 fólk krevja endurgjald

Scandinavian Star: 29 fólk krevja endurgjald
29 fólk, sum komu frá hendingini á lívi, vilja hava 450.000 kr. í endurgjaldi hvør, tilsamans góðar 13 milliónir kr.
 
20.11.2022 - 15:36

29 fólk, sum komu frá vanlukkuni við ferjuni Scandinavian Star í 1990, vilja hava endurgjald frá danska Sjóvinnustýrinum.

Einkjan eftir mannin, sum leingi var skuldsettur fyri at hava sett eld á umborð á ferjuni, fær ikki endurgjald, skrivar Politiken.

Advokaturin hjá teimum 29 fólkunum sigur, at endurgjaldið er 450.000 kr. fyri hvønn, tilsamans góðar 13 milliónir kr., sum staturin má gjalda. Fara øll, sum á ein ella annan hátt merktu hendingina, at krevja endurgjald, so kann talan gerast um meir enn 200 milliónir kr., sigur advokaturin, Mads Pramming.

Kravið um endurgjald er sett fram, eftir at ein løgfrøðilig kanning, sum vinnumálaráðið bað um í september, kom til ta niðurstøðu, at Sjóvinnustýrið skuldi havt gjørt eitt havnaeftirlit umborð á Scandinavian Star í 1990. Tað átti at verið gjørt, áðrenn ferjan fór at sigla við ferðafólki í Danmark.

482 fólk vóru við ferjuni, tá ið hon náttina til 7. apríl í 1990 var á veg úr Oslo til Frederikshavn, tá eldur kom í. 159 fólk doyðu. Stórur ivi er um orsøkina, men eldurin kyknaði fleiri staðni um somu tíð, og tí verður hildið, at eldurin var ásettur.

Hvørki stjórin í Sjóvinnustýrinum, Andreas Nordseth, ella Simon Kollerup, arbeiðsmálaráðharri, vilja gera viðmerkingar til kravið, sum verður latið Sjóvinnustýrinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. januar
Morgunlestur mánadagur 5.januar 2025
202087
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150