Lopið undan vegi í Gásadali

Lopið undan vegi í Gásadali
Lopið er undan vegnum inni á Bakka í Gásadali, ið gongur til trappurnar oman á lendingina, har ferðafólk ofta fara at taka mynd av sær og Múlafossi.
Lopið er júst har, sum ferðafólk gjarna vilja taka ta kendu sjálvsmyndina av sær við Múlafossi í baksýni
Mynd: Tøðan í Gásadali  
 
20.11.2022 - 19:26

Fríggjamorgunin varnaðust tey í Gásadali, at lopið er undan vegnum, sum gongur oman til lendingina. Staðkend fólk siga, at tí kann tað vera vandamikið hjá ókunnufólki at fara hagar.

– Hetta er eitt stað, har mestsum øll ferðafólk fara, ið koma til Gásadals, og tá ið tað er sum mest, kunnu tað vera millum 50 og 70 fólk, sum koma við bussum. Hjá so mongum hevði ikki verið ráðiligt at gingið har, verður sagt úr Gásadali.

– Fyri nakað nógvum árum síðani var koyrandi har við traktori, men ein steinur er fyri, so tað ikki ber til longur. Vegurin hevur verið linur leingi, so myndugleikarnir áttu at hugt at, um ikki okkurt skal gerast.

Tá ið ferðandi koma til Gásadals og vilja hava ta kendu sjálvsmyndina av sær við Múlafossi í baksýni, er tað júst eftir hesum vegnum, tey eru farin, fyri at fáa rætta útsýnið.

– Verið varin og hugsið tykkum um, áðrenn sjálvsmynd við fossinum verður tikin, verður sagt á Facebook-síðuni “Tøðan í Gásadali”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263