Arbeiðsgevararnir og Súlan gjørt tvey ára sáttmála

Arbeiðsgevararnir og Súlan gjørt tvey ára sáttmála
Kabinustarvsfólkini hjá Atlantic Airways fáa 3,8 prosent í lønarhækking fyrra árið og 4,04 prosent seinna árið
Tá umboðini fyri arbeiðsgevararnar og Súluna skrivaðu undir nýggja sáttmálan fríggjadagin.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
22.11.2022 - 14:57

Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið Súlan hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri kabinustarvsfólk hjá Atlantic Airways, tað eru flogternur og flogtænarar.

Talan er um tvey ára sáttmála.

Sáttmálin er á sama stigi sum semjan við arbeiðarafeløgini, ið var gjørd í mai.

Karmurin fyrra árið er 3,8 prosent og seinna árið 4,04 prosent.

Harumframt eru ymsar tillagingar gjørdar í sáttmálanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522